Ovara hæddin – Veitsluhøllin Niðara hæddin – Varðin, Flatnastova, Húsastova, Gestastova, Løgmans- & Clintonsvita Veitsluhøllin Rúmar væl 340 sitandi gestum til borðs ella 600 standandi gestum til móttøkur. Veitsluhøllin er ljós og rúmlig, við stórum vindeygum og sera góðum útsýni yvir býin. Til veitsluhøllina hoyrir hugnaliga forhøllin Vaglið, og barrin, har ein kann hvíla seg, drekka kaffi í steðginum o.s.fr. Veitsluhøllin kann eisini býtast sundur í trý fundarhøli: Hølini A, B & C
Varðin, Flatnastova, Húsastova, Gestastova, Løgmanssvita, Clintonssvita Tey seks fundarhølini á niðaru hæddini eru øll ymisk til støddar, og hava pláss fyri 14 gestum til borðs til 90 standandi gestum til móttøkur. Fýra fundarhøli hava stór vindeygu niðaneftir, við útsýni út í hagan, meðan sviturnar hava sera gott útsýni yvir býin. Hesi seks hølini kunnu ikki leggjast saman, men vera brúkt hvør sær.
|